Jólabókin hevur í nógv ár glett børn og verið við at skapt hugna í tíðini upp undir jól.
Aftur í ár hevur tú møguleika fyri at bíleggja ársins jólabók. Mín jólabók 2025 varð útseld.
Um tú bíleggur áðrenn 16. november, ert tú vís/ur í at faá bókina áðrenn 1. desember.
Næmingarnir hava fingið haldaraseðilin til jólabókina heim við. Tit kunnu bíleggja og gjalda við gjaldskorti á www.jolabokin.fo
Tað ber eisini til at lata flokslæraranum útfylta haldaraseðilin og pengarnar í einum brævbjálva ella plastikposa.
Bøkurnar verða sendar út til skúlarnar soleiðis at tey, sum hava teknað seg fyri bókini, fáa hana fyri 1. desembur.
Tó er tað so, at Bókamiðsølan avgreiðir allar bíleggingar, sum kom inn eftir 16. november, men tá er ikki vist, at bókin kemur fram áðrenn 1. desembur.